16.10.09

Edward Fuglø yvir heiðar, gil og vøtn




Edward Fuglø hevur allar orsøkir at verða væl nøgdur í dag. Her er hann avmyndaður undir myndrondini "Yvir heiðar, gil og vøtn" í miðhøllini í skúlanum við Løgmannabreyt. Niðast er hann á brúnni saman við Jógvani Arge og Heðini Mortensen (Myndir: Birgir Kruse)

“Yvir heiðar, gil og vøtn” er heitið á nýggjum listaverki eftir Edward Fuglø, sum er ein myndrond, ið fer um allar veggir í miðhøllini í nýggja skúlanum við Løgmannabreyt.

Jógvan Arge heilsaði Edward og samkomuni, sum var í skúlanum í dag, við hesum orðum:

Fyri Tórshavnar býráð skal eg bjóða tykkum at verða vælkomin higar í skúlan við Løgmannabreyt, nú vit á fyrsta sinni sýna fram tað stóra listarverkið hjá Edwardi Fuglø.

Hesin skúlin ber av øllum, sum Tórhavnar kommunu hevur tikið upp á seg, og einastandandi fyri hesa verkætlanina er, at hetta er fyrsta bygging, har hálvtannað prosent av byggikostnaðinum verður brúkt til listarverk, sum er arbeitt inn í bygningin. Listarliga arbeiðið verður umsitið av Listabólkinum í Tórshavnar kommunu eftir eini býráðssamtykt, sum varð gjørd í februar 2007.
Í honum eru Jákup Simonsen, Mikal Viderø, Helgi Fossádal og Jógvan Elias Winther Poulsen.

Í hesum fyrsta føri vórðu trý listafólk biðin um at gera uppskot og Listabólkurin samtykti at taka av uppskoti frá Edwardi Fuglø at prýða hesa stásiligu miðhøllina.Verkið er, sum tit síggja, ein myndrond kring alla høllina. Brotapettini eru í ymsum litum og úr ymsum tilfari. Nøkur eru úr gulli og øðrum metalli, onnur úr plasti og foliu. Tað ber til at eygleiða og uppliva rondina úr øllum sjónarhornum - niðri á gólvinum undir brúnni, ella uppi á brúnni.

Heildin í listaverkinum lýsir eina søgu um næmingin, ið fer út í stóru verð at søkja sær kunnleika og eydnu. Fortíð, nútíð og framtíð verða sameind við verum úr fornum søgum og kvæðum, men eisini við antennum og robottum úr Star Wars. Søgan í myndrondini er um næmingin, ið lurtar og sær, og lærir seg at týða tekin.

Um Edward er í stuttum at siga, at hann eisini er høvundur, hevur myndprýtt hópin av bókum og tjøldum til sjónleik. Hann fekk Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs í 1995, og í 2001 fekk hann norðurlendsku barnabókavirðislønina fyri myndprýðingar.

Edward Fuglø er tann fyrsti, sum hevur arbeitt fyri Listabólkin hjá Tórshavnar kommunu. Tó er hann ikki tann fyrsti, sum hevur prýtt skúlar í Havn. Longu fyri góðum 50 árum síðani arbeiddu listarmenn sum William Heinesen og Janus Kamban við at prýða Kommunuskúlan - uttan reglugerð og listabólk.

Í dag er so in at lesa brøv hjá Williami Heinesen. Eg kenni eitt bræv, har William júst viðger listamansins kor, tá tey prýddu almennar bygningar fyri fimti árum síðani. Hann skrivar til Elinborg Lutzen, sum hevði prýtt Apotekið í Klaksvík og ikki visti, hvat hon skuldi taka fyri arbeiðið. Ivamálið stóð millum 2000 ella 2500 krónur.

William skrivar: ”Tað er ringt at meta um peningsvirði av kunsti. Áðrenn listarverkið er gjørt, og kunstnarin veit, hvussu tað verður, hevur hann lyndi til at smæðast at nevna ov stór tøl – eisini av tí, at man kann risikera, at alt projektið verður av ongum vegna pírni ella peningatrot.

Til samanlíkning kann nevnast, at vit fyri 10 skreytmyndir til Kommunuskúlan fingu 14.000 krónur. Av tí hevði eg sjálvur eitt nettoyvirskot upp á 6000 krónur fyri fimm myndir. Fyri relieffið til skúlagalvin fekk Janus stívar 30.000, men hevði at kalla onki nettoyvirskot. Hevði hann ikki nevnt hetta relativt stóra talið, hevði hann havt undirskot”. So leggur William aftrat. ”Fyri dekoratiónirnar á Hotel Føroyum fingu vit 10.000 krónur. Tá vóru tvey stór ”brimbíløt” til Tryggingarsambandið við. Eitt gólvteppi, ið samstundis varð keypt, kostaði 15.000”. Og hann endaði: ”Nú nokk um Mammon”.

Vit síggja, at tá vóru aðrar tíðir, og vit eiga at fegnast um, at tað, sum Tórshavnar Kommuna í ringum tíðum legði lunnar undir við Kommunuskúlanum, er komið so langt fram á leið í dag.

Fyri okkum hava vit eitt listaverk, sum heilt ítøkiliga verður brúkt at knýta saman eitt rúm og samstundis at siga eina søgu saman við øllum teim næmingum, sum her fara at koma og fara.

Listin, sum vit reisa ella seta á veggin, skal sjálvandi prýða, men hon skal eisini verða til lærdóms fyri stór og smá. Hon skal bæði provokera og kveikja. Edward hevur loyst hendan setningin til fulnar, og hann fer nú sjálvur at greiða frá hesum stóra og avbjóðandi listaverki, sum fer at verða skoðað og viðgjørt so at siga, hvønn einasta dag í fleiri mannaminnir.