20.10.09

Lars von Trier fær Norðurlendsku Filmsvirðislønina

Willem Dafoe mannligi høvuðsleikarin, Lars von Trier leikstjórin og Charlotte Gainsbourg kvinnuligi høvuðsleikarin í 'Antichrist' (Pressumynd)

Danski leikstjórin Lars von Trier fær Norðurlendsku Filmsvirðislønina í ár. Tað kom fram í ymsum norðurlendskum miðlum í dag, dagin fyri at úrslitið verður kunngjørt. Sjálv handanin verður 27. oktober 2009 í Stockholm. 350.000 krónur fylgja við virðislønini. Virðislønin verður latin fyri filmin "Antichrist".

Við Politiken sigur hin altíð ertandi Lars von Trier, at "De andre film må eddermame have været dårlige, hvis min film er den bedste i Norden i år".

Men álvara tos, hann er taksamur, dagsins Trier. "Faktisk er jeg meget glad for, at det netop er en Nordisk pris. Jeg føler mig meget tæt knyttet især til Norge og Sverige, hvor jeg har hentet megen inspiration hos Henrik Ibsen, Edward Munch og August Strindberg og inden for filmen er svenskerne Ingmar Bergman og Bo Widerberg klart på min top ti".

Í útvarpssendingini Studio 2 seinasta fríggjadag, høvdu Suni Merkistein og Rúni Jákupsson júst henda sama filmin til umrøðu í ein heilan tíma. Eg fekk sjálvur høvið at verða í útvarpsstovuni saman við Heina Gaard og Ivan Niclasen.

Sendingin kann hoyrast her: http://uf.internet.fo/Studio2_161009_1.mp3

Tilnevndu filmarnir vóru:
Antichrist
Danmark
Leiksjórn og handrit: Lars von Trier
Framleiðari: Meta Louise Foldager

Sauna
Finnland
Handrit: Liro Küttner
Leikstjórn: Aj Annila
Framleiðsla: Tero Kaukomaa & Jesse Fryckman

The amazing truth about queen Raquela
Ísland
Handrit: Olaf de Fleur & Stefan Schaefer
Leikstjórn: Olaf de Fleur Johannesson
Framleiðsla: Olaf de Fleur Johannesson, Stefan Schaefer, Helgi Sverrison & Arleen Cuevas

Nord
Noregur
Handrit: Erlend Loe
Leikstjórn: Rune Denstad Langlo
Framleiðsla: Sigve Endresen & Brede Hovland

Ljusår
Svøríki
Handrit: Mikael Kristersson
Leikstjórn: Mikael Kristersson
Framleiðari: Lisbet Gabrielsson

Fremsti norðurlendski filmur í ár 'Antichrist' hevur ikki verið sýndur í Føroyum. Tá filmurin varð frumsýndur, sá eg hann í Keypmannahavn og ummældi hann sama kvøld her á blogginum. Eg havi sett ummælið inn niðri undir hesum stubba. Væl gagnist, føroyskir cineastar!