23.10.09

Meiri enn túsund orð


- Munnu tey vera glað? Ovast sæst mynd úr Sosialinum, sum Jens Kristian Vang tók. Niðanfyri sæst mynd úr Dimmalætting, sum Alan Brockie tók. Báðar myndir eru úr viku 43.

Mangur man undrast, hvat fyriferst á tíðindafundum. Í vikuni vóru í hvussu er tvær myndir, sum bendu á at tíðindaarbeiðið er lítið hugaligt. Í fyrra førinum var tað Sosialurin, sum hevði eina mynd av trimum brúnasíðum luttakarum á tíðindafundi hjá Tórshavnar býráð. Í seinna førinum er fundur á Dimmu, har hummaramálið er fyri. Journalisturin, sum er í miðdeplinum, er samdur við Birgari á fyrri myndini. Hann ynskir seg langt burtur. Jú, ein mynd kann siga meiri enn túsund orð. Hesa tíðindavikuna varð tað staðfest tvær ferðir...