22.11.09

Charley close up


Stuttligt at møta aldrandi stjørnuni Charley Pride og sleppa at taka myndir av honum, nær hjá. Hann er 71 ára gamal, frískur og ferðugur. Ovasta myndin er tikin í bussinum til Havnar, meðan sólin setir yvir Vágalandið. Niðaru myndirnar eru tiknar í flogarinum hjá Atlantic Airways úr Dublin til Vágar. Tatoveringina, sum Allan hevur á arminum, dámdi honum einki.

- Við mínari myrku húð kann eg jú ikki gera sovorðið, segði Charley og legði beinan veg upp til at tosa um at vera svartur í eini hvítari countryverð.

- Call me what you want; I used to be a negro in the sixties, then black, then coloured and then Afro American. So call me what you want, segði ein ertandi og skemtingarsamur Charley longu í flogfarinum.