Skip to main content

Fekk føroyska gávu í Dublin


Ein fegin Charley Pride umborða á flogfarinum hjá Atlantsflogi, ávegis til Føroya (Myndir: Birgir Kruse og Asbjørn Knudsen)

Á konsert í Dublin, kvøldið fyri Charley Pride kom higar, fekk hann eina gávu og heilsan frá einum føroyskum hjúnum, John og Sólrun, sum vitjaðu har í býnum. Gávan var ein vakur lasargrivin glaskubbi, har ein drongur og ein genta eru avmyndað í tjóðbúnað. Charley vísti gávuna fram umborð á flogfarinum til Føroya.