5.11.09

Hvør fjøl á flot – við Charley Pride!




Charley Pride og sonurin Dion. Eins og bróðurin Stephen fara teir at syngja og spæla á pallinum í Ítróttarhøllini á Hálsi (Pressufoto)

Sunnukvøldið 22. november 2009 kl. 18:00 fer Charley Pride á pallin í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Samstundis hevur Hallur Joensen útgávukonsert við einum nýggjum føroyskum Charley Pride sangi. Tað eru HB-Stuðlar, ið skipa fyri stóru countrykonsertini, har eisini beiggi Charley Pride, Stephen, og sonurin Dion, fara at framføra egnar sangir.

Eins og snella, lívflýggj og hýsa, er navnið Charley Pride ein inngrógvin partur í teirri føroysku orðabókini, sum enn livir millum grótlagaðar permur á bygd. Ja, vit kunnu fara innar í kovar í somu langfarabygdum og finna Charley Pride millum salt, grýn og aðra húsarhaldsvøru. Tí tað er júst tað, ið Charley Pride er í Føroyum – húsarhaldsvøra. In the Middle Of Nowhere á sjógvi og landi, her vit royna at búleikast.

Tað vóru langfaramenn, sum longu í sekstiárunum góvu okkum ikki bara fisk, men eisini dagsins grammofonplátur. Í Klaksvík varð sagt, at plátufongurin var hin fyrsti, ið kravdist á borðið. Síðani varð spurt um veiðuna og hvussu túrurin annars hevði verið.

Hóast langfaranøvnini vóru fleiri, er Charley Pride tað navn, ið hevur hildið sær longst. Eftir føroyskari alin er hann størsta countrystjørnan, ið vitjar herheima.

Umframt samanrenningin við føroyska sjóvinnusøgu og gerandislívið á bygd, er Charley Pride eisini sjáldsamur í aðrar mátar.

Countrytónleikur er sprottin millum hvít og fátøk verkafólk á bygd í Amerika. Darvandi kjølfestið hjá undangongufólkum í hesum karga fjallalendi, ið stoytir seg oman av Appalachufjøllum og út í Atlantshav, var í mong ár eitt trongskygni, ið skapti besta gróðrarbotn fyri Ku-Klux-Klan og øðrum býttiskapi.

Men tá Chet Atkins, ið skapti hitt mjúka ljóðið úr Nashville, varnaðist ríku og djúpu røddina hjá Charley Pride í 1965, gjørdi hann straks sáttmála millum RCA og fyrsta afro-amerikanska sangaran av týdningi.

Fyrsta stakplátan The Snake Crawls at Night kom við ársbyrjan 1966 og stutt eftir kom Before I Met You, sum ivaleyst øll duga at murra.

Tá Charley Pride stóð á palli í Grand Ole Opry í 1967, vóru 42 ár liðin síðani DeFord Bailey spældi munnhørpu á sama staði. Ímeðan hevði eingin amerikanskur nekari verið á gátt í countryháborgini í Nashville.

Í 1969 streyk Charley Pride upp á allar tindar við All I Have to Offer You is Me. Frá hesum sangi, og fram til Every Heart Should Have One í 1984, varð hann 36 ferðir nummar eitt. Mest sjáldsom vóru tó árini 1969-71, tá Charley Pride samstundis var nummar eitt við átta ymsum sangum: All I Have to Offer You Is Me, I'm So Afraid of Losing You Again, I Can't Believe That You've Stopped Lovin' Me, I'd Rather Love You, Is Anybody Goin' to San Antone?, I Wonder Could I Live There Anymore?, I'm Just Me og Kiss an Angel Good Morning, sum er eyðkennissangurin hjá Charley Pride.

Og sum amerikumenn plaga at siga: The rest is history.

Eftir at 71 ára gamli Charley Pride í summar sang fyri Obama í Hvítu Húsunum, kunnu vit sama ár uppliva henda sjáldsama sangara á heimavølli. Tað verður sunnukvøldið 22. november 2009 kl 18:00, tá HB-Stuðlar skipa fyri einum countrykvøldið, sum er second to none.

Hallur Joensen fer at hava útgávukonsert við egnum orkestri. Úrvalið er fyrst og fremst úr nýggju fløguni Smíl, har seks nýggir sangir eru, sum føroyingar hava skrivað. Og aftur á hesari fløgu tekur Hallur tráðin upp eftir Charley Pride. Meðan Martin Joensen týddi Kiss an Angel Good Morning til føroyskt á fyrru fløguni, so hevur hann hesaferð týtt Crystal Chandeliers.

Stephen Pride, ið er beiggi høvuðsnavnið, fer at framføra egna konsertskrá, eins og sonur Charley’s, Dion Pride.

Tá høvuðsnavnið Charley Pride loksins kemur á pallin at syngja við egnum orkestri, verður tað undirhald í hálvan annan tíma. Ella eina fótbóltslongd, sum tey siga í HB-Stuðlum, bara uttan hálvleik. Konsertin verður á tremur við klassikarum og nýskrivaðum sangum og nú jólini verða í hondum fer Charley Pride eisini at syngja jólasangir.

So nú fer hvør fjøl á flot at hoyra country á Hálsi!