Skip to main content

Sporini vaksa úr orðum


Ovast sæst filmsplakatin og niðri undir eru tey bæði, leikstjórin Katrin Ottarsdóttir og høvundurin og filmsevnið Jóanis Nielsen, avmyndaði í Klingruni í Norðurlandahúsinum, tá fyrireikingarnar til filmin byrjaðu (Myndir: Pressumynd og Birgir Kruse)

Hóskvøldið 3. desember 2009 kl 20:00 frumsýnir Katrin Ottarsdóttir filmin Sporini vaksa úr orðum á Meiarínum, Tjóðpalli Føroya. Filmurin, sum lýsir Jóanes Nielsen, varir 75 min. Frumsýningin er partur av 100 ára haldinum hjá Tórshavnar kommunu.

Katrin Ottarsdóttir hevur áður gjørt filmar um listamenninar Hans Paula Olsen og Tórodd Poulsen, sum eins og Jóanes eru úr Havn. Eins og í hesum báðum førum verður nýggi filmurin Sporini vaksa úr orðum at fáa á DVD við eyka tilfari.

Katrin Ottarsdóttir um filmin:

Sporini vaksa úr orðum man vera íbirtur av mínum egnu fordómum um Jóanes. Hesin álvarsami maður, sum altíð hevur verið ein partur av býarmyndini í Havn - antin á prutli ella í djúpum tonkum við hondunum handan bak gjøgnum havnargøtur. Ivaleyst ikki ein maður, ið tók tilveruna við løttum. Og so var hann eisini yrkjari og livdi sína kommunistisku sannføring fult og heilt sum fiski- og arbeiðsmaður. Hartil vóru hansara atfinningarsomu og bersøgnu lesarabrøv og greinir ofta at lesa í bløðunum. Sjálvt um eg bara eri 4 ár yngri enn Jóanes, so tóktiskt hann mær altíð øgiliga vaksin og ræðandi í síni sannføring. Eg var vís í, at ein sóvrin sum eg, í hansara miskunnarleysu eygum, ikki hevði nakað upp á seg. Eg, ein politiskur ignorantur, gitin av tveimum inkarneraðum javnaðarfamiljum. Nei, Jóanes var bara ikki ein persónur, tú kundi fara yvir um vegin at tosa við uttan at kenna teg býttan og óvitandi um lívsins sonnu viðurskifti. Eg var eisini vís í, at vit neyvan nakrantíð fóru at hava nakað við hvønn annan at gera. Tað var eisini við skelvandi hondum at eg, sum so leingi havi verið asfaltføroyingur, fór í gongd við hendan filmin um og við tjóðskapar- og tjóðveldisføroyinginum mikla. Mundi hann fara at gjøgnumskoða mín tvørrandi intellektuella og politiska førleika og skýra filmsprojektið sum óseriøst og popput? Men samstundis eri eg so passaliga treisk, tá tað snýr seg um at gera film, at eg valdi at leypa á bláman og so síggja, hvussu leikur fór. Og eg má viðganga, at allir mínir fordómar vórðu gjørdir væl og virðiliga til skammar.Og nú er filmurin her, so eisini tit øll harúti kunna fáa høvi at læra hendan stóra mann at kenna.

Credits:

Leikstjórn, upptøka & klipping: Katrin Ottarsdóttir. Hugskot: Hugin Eide & Katrin Ottarsdóttir. Ljóðbland: Iben Haahr Andersen. Framleiðandi: Hugin Eide. Framleiðsla: Blue Bird Film © 2009. Longd: 75 minuttir (+ eykatilfar á fløgu-útgávuni). Undirtekstir: Danskir og enskir. Frumsýningar: 3. desember 2009 á Meiarínum, Tjóðpalli Føroya, í Havn. Donsk frumsýning í februar 2010 á Bryggjuni í Keypmannahavn.

Stuðlað hava:

Mentamálaráðið, Mentanargrunnur Landsins, Eik Banki, Fjølrit, Føroya Skúlabókagrunnur, Tórshavnar Kommuna.

Leinkjur: