18.12.09

Jákup er Ársins Andøvsfiskur

Jákup Simonsen við myndin 'Ársins Andøvsfiskur'. Niðri undir sæst sjálv myndin (Mynd: Bent Kjærbæk og Ole Wich)

Á samkomu á mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu í dag varð Jákup Simonsen deildarleiðari kosin Ársins Andøvsfiskur. Orsøkin er at tað var hann sum fekk í lag at samskipa hundrað ára haldið hjá Tórshavnar kommunu. Jákup fekk innrammaða mynd eftir Ole Wich, har teksturin andøvsfiskur er tikin úr orðasavninum hjá V.U. Hammershaimb.