11.12.09

Miðlabreytin í Kommunuskúlanum



Miðlabreytin í stovu 201 Kommunuskúlanum. Eg vísi teimum bloggin, tú lesur úr, og kolofonina í bókini "Fjølmiðlar", sum tey hava lisið (Myndir: Louisa Johnsdóttir og Bergur Rasmussen)

Í dag vitjaði eg Miðlabreytina í Kommunuskúlanum. Tveir dagar um vikuna, mánadag og fríggjadag, hava tey 15 Miðlabreyt í stovu 201. Lærarar eru Louisa Johnsdóttir, Fríðhild Petersen og Bergur Rasmussen. Hetta var fyrsta vitjan. Eftir jól fara tey út at vitja fyritøkur og stovnar, sum fáast við miðlar, og eisini at fáa fólk á vitjan.

Næmingarnir vóru sera funky-fresh, fyri at brúka teirra málisku.

- Miðlarnir hava makt á okkum, tí er tað so áhugavert og eisini umráðandi at fáast við miðlar, sigur Rakul Johannesen, sum gongur á Venjingarskúlanum.

- Vit eru í starvslæru hjá fjórða statsvaldinum, sigur Andras J. L. Petersen, sum gongur á Eysturskúlanum. Miðlarnir kunnu veruliga hava ta ávirkan, at teir verða eitt fjórða statsvald, heldur Andras.

Spennandi flokkur við spennandi áskoðanum. Louisa, sum er lærari, heldur at flokkurin er serliga góður, tí tey duga at verða ósamd á ein jaligan hátt.


Vit endaðu dagin við at skriva henda blogg, tú nú lesur og at staðfesta, at hevur tú nakað uppá hjartað, so er at blogga. Blogga nógv.