Skip to main content

Mountain of Love

Í juli í ár sang Charley Pride Mountain of Love fyri fyrsta svarta amerikanska forsetanum Barack Obama. Myndin er tikin við hetta høvið. Til vinstru sæst umboðsmaðurin John Daines, ið hevur samstarvað við Charley í 30 ár og tryggjar at hann er frískur og ferðugur. Síðani sæst forsetafrúan Michelle, kona Charley Rozene, Obama forseti og Charley sjálvur.

- He's a great American, sigur Charley um Obama.

Hvíti Harald Dorman, sum yrkti Mountain of Love, er úr somu bygd sum Charley, ið minnist tíðina við skipaðum rasuskilnaði í Amerika. Tað var akkurát sum í filminum In The Heat of the Night, har Sidney Poitier spældi Mister Tibbs.

- Meðan Harald Dorman sat við tey hvítu borðini og eg við tey svørtu á kaffistovuni, so brúkti eg í huganum altíð báðar inngongdir, segði ein reflekterandi Charley, tá eg møtti honum á parnassinum á Hafnia.

Ein partur av samrøðuni kemur í Sjónvarpið 2. jólakvøld.