1.1.10

Fólk í Tórsbyrgi





Hans Jákup Hermansen tendrar eitt neyðbluss á midnátt. Sigrún Mohr er forkvinna í Eigarafelagnum á Tórsbyrgi. Hallbjørg Lamhauge býr í nummar 6. Hanus hevur savnað vinfólk til ræst kjøt, nýggjársaftan. Julian Kragesteen býr í nummar 28 (Myndir: Birgir Kruse)

Nógv fólk koma saman á nýggjárinum í Tórsbyrgi. Við hitamiðstøðina eru fleiri av teim 36 húsunum umboðað, tá nýggja árið byrjar. Tá bjóðar Eigarafelagið sjampanju og so verða rakettir skotnar úr túninum. Og so eru allar dyr opnar.