Skip to main content

Kyndlagonga í Tórsbyrgi


Veðrið er av tí fagrasta og grøna fløtan er kavaklødd, tá kyndlagongan steðgar eina løtu. Bjarnvarður í Dali, sum býr í nummar 31, sæst fremstur fyri í kyndlagonguni undir húsunum hjá Lýtt og Jens Petur. (Myndir: Birgir Kruse)

Tá klokkan er farin av ellivu, fer kyndlagongan í Tórsbyrgi úr túninum á hitamiðstøðini, niðan eftir parkeringsplássinum og oman eftir gøtuni fyri endanum á Fútalág. So verður gingið undir øllum húsinum, til vit aftur eru í lagdini handan hitamiðstøðina.