13.1.10

Omma Blomma er metsølubók



Annika Árting, sum er kosins ársins ungi bókaseljari, vísir fegin fram metsølubókina á barnalistanum í Riti og Ráki í SMS (Myndir: Birgir Kruse)

Tað er sjáldsamt at ein skúlabók røkkur ovastu metsølulistum í einum handilsligum bókahandili. Men tað hendi um jólini, stutt eftir at bókin Omma blomma abbi krabbi - vit tíma at ríma kom út. Sissal Rasmussen hevur savnað tilfarið, sum er rím og ramsur fyri børn. Pápin Árni Winther hevur teknað myndirnar í bókini, sum er ætla børnum undir skúlaaldur. Føroya Skúlabókagrunnur gav bókina út og hetta er fyrsta ferðin at ein útgáva haðani er komin á metsølulista.