Skip to main content

Modernaður bóndi




Poul sigur frá um hanan, sum MBM setur slanguna á. Hann er undir svørtu hettuni niðast, mitt fyri í ovastu myndini. Síðani tvær myndir úr kontrollrúminum millum mjólkirobottarnar í fjósinum. Niðast greiðir Poul frá um fjósið og hvussu tað er bygt (Myndir: Birgir Kruse)

Poul Müller er ein av teim fýra, sum reka felagsfjósið í Havnardali. Leygardagin vitjaðu vit Poul og hoyrdu um fjósið og hvussu tað virkar. Vit gingu allir í sama flokki í brúna skúla, ella elementskúlanum í Fríðrik Petersens gøtu, sum hann eisini varð nevndur.

Raksturin byggir á mjólk, sum MBM heintar og kvittar fyri í durinum. Alt er automatiserð og verður alla tíðina skrásett. Tað krevst av einum modernaðum bónda, sigur Poul, sum fyrr hevur arbeitt í Sparikassanum.

– Í dag er neyðugt at leggja neyva fíggjarætlan og hava tætt samband við bankan og alla tíðina ansa eftir at einki teknisk óhapp hendir, sigur Poul. Hann hevur snøgga skrivstovu, við bað og wc í næsta rúmi og fyri endanum á gongini er rúmlig uppihaldsstova við køki.

Í sjálvum fjósinum eru tveir robottar, sum mjólka neytunum. Millum robottarnar er eitt kontrollrúm, sum vísir mjølkiúrslitini on-line. Í næsta rúmi er fóðurblandari. Tá neytini hava tænt sítt, verða tey slaktaði og seld. Og kjøtið er gott. Mortan í Hamrabyrgi gav herfyri neytakjøtinum hjá Poul hægsta stigatal í samanberandi smakkiroyndum.