Skip to main content

Kathy og Jákup Pauli í Áarstovu




Kathy serverar og Jákup Pauli er kokkur í Áarastovu í Havn. Henda dagin varð einføld lambsgrýta á matskránni (Myndir: Birgir Kruse)

Jákup Pauli er køksleiðari og Kathy serverar í Áarstovu í Havn. Hetta er nýggj matstova á gamla Hotel Djurhuus, eisini kallað Skarv, niðast á Áarvegnum, har loyniliga Havnará rennur út í ósan við Kongabrúnna. Navnið Áarstova er tikið úr grannahúsunum niðaneftir, omanfyri Knútsstovu, har Gongin er í annað borð og Áarvegur og Kafé Natúr í hitt borðið. Í Áarstovu, sum ikki er til longur, búðu Áarstovubrøðurinir, Hans Andrias Djurhuus og Janus Djurhuus. Hetta sæst aftur í búmerkinum og standmyndum, sum Janus Kamban hevur gjørt. Hølini eru hugnalig og væl innrættað til matstovuvirksemi við nógvum smáum stovum, hvør við sínum navnið, men í ymsum hæddum. Upprunaligi viðurin er brúktur og har neyðugt er at gera nýtt, er samanrenningin smakkfull og skilagóð, til dømis trappan niður í Sendistovuna, har glas og stál møtir gomlum viði og einum farra av útgrevsturi, niður móti Havnará. Smakkfult, uttan at missa ein heimligan hugna. Í dag fóru vit starvsfólk á Skúlabókagrunninum at eta døgurða har. Flestu okkara royndu lambagrýtu, sum er í tí einfalda endanum av matskránni. Í farnu viku royndi eg sjálvur annar føroyskan brunch. Tann rættin skal eg avgjørt viðmæla. Men tá hevði eg einki myndatól.