3.3.10

Lisa í Leikalandi




Alice in Wonderland er evni í handilsglugga í London, har tey selja sertifiseraðan heilsukost, krydd og súltutoy. Kanska eitt uppskot fyri marknaðarføring av føroyskum fiski, so hann verður MSC góðkendur og reiðiliga tað (Myndir: Birgir Kruse)

Lisa í Leikalandi, soleiðis kallaði Axel Tórgarð týðingina av Alice in Wonderland, sum Lewis Caroll skrivaði í 1865. Týðingin kom út á forlagnum Aldan í 1988. Nú verður søgan sýnd í Havnar Bio, har Tim Burton við nýggjastu tøkni blendar upp fyri hesum gamla klassikara.

Johnny Depp er óði hattamakarin, Mia Wasikowska er Lisa og Helena Bonham Carter er Reyða drotningin. Filmurin byggir ikki bara á hina einu søguna frá 1865. Nei, hann blaðar eisini í søguni Through the Glass, sum Lewis Carroll skrivaði í 1871. Internet Movie Data Base telur 23 spælifilmar, sum hava heitið Alice in Wonderland. Hin elsti er frá 1903. Hann varir 8 minuttir og er rímiligvís svartur og hvítur. Í 1951 opnaði Disney øll málingablikk og stoytti alt í ein teknifilm við sama navni, og sum bygdi á somu tvær søgur, sum dagsins filmur.

Veit ikki, um tað er hiðani, at rokkbólkurin Lisa Sær Dupult, tók sítt navn. Men í hálva øld ella so hevur ævintýrið um Lisu verið pallsett í ælabogans litum. At ganga fram við handilsgluggunum í London er bara ein varisligur forsmakkur uppá ævintýralandið. Hesar myndirnar tók eg uttanfyri Harrods í London. Við einum vistfrøðiligum og heilsugóðskaðum óhallusinerandi frámerki seldu tey heilsukost, krydd og súltutoy við alfarvegin. Kanska eitt tíðarrætt hugskot at leypa um MSC-borg og marknaðarføra tosk og hýsu av føroyskum grunni á ein heilt nýggjan hátt. Handilsligu innsetingar, sum eru í mansstødd, eru allar úr ævintýrinum um Lisu í Leikalandi.