11.3.10

Svart og Reytt á Grækarismessu



Á myndini síggjast Tróndur Patursson og Jan Andersson heingja dregilin við áskriftini SVART OG REYTT upp á veggin út móti vágni á Skálatrøð (Myndir: Birgir Kruse)

Nú verður gjørt klárt til SVART OG REYTT, sum er grafikkframsýning á Grækarismessu í STEINPRENTI á Skálatrøð í Havn.

- Við tveimum teimum grafiskt sterkastu litunum, er henda framsýningin av steinprentum og koparprentum sjónligt dømi um ta heilt serligu megina í grafisku tøknini, sigur Kinna Poulsen, ið hevur valt listaverkini og skipað framsýningina. Ellivu listafólk hava gjørt reyð-svørtu prentini. Tey eru Brandur Patursson, Claus Carstensen, Haldis Olsen, Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Peter Carlsen, Poul Janus Ipsen, Rannvá Kunoy, Torbjørn Olsen, Tóroddur Poulsen og Tróndur Patursson.

Tað, sum boðið verður til ferniseringina fríggjadagin 12. mars klokkan 16 er eisini reytt og svart.

Carl Jóhan Jensen fer at seta framsýningina, ið verður opin ein mánað fram.