22.4.10

Ein dag í Gøtu

Sonja á Líðarenda við spatieringsarki fyri Føroya Løgting, Signar í Homrum við Strandferðslubúmerkinum í blýggi og niðast búmerkið hjá Tórshavnar býráð í søguligu skuffuni í køkinum hjá Estra (Myndir: Birgir Kruse)

Var í Gøtu og vitjaði Estra og Vasti í dag. Har arbeiða fjúrtan fólk við besta útsýni yvir sandin og Gøtuvík. Í erva eru ljós og snøgg móttøka, skrivstovuhøli og køkur. Inn móti bygdini, yvir ímóti húsunum hjá Martinusi, er plattur omaná prentsmiðjuni, sum er í kjallaranum. Á plattinum hevur løgreglan hildið til, tá G! Festivalur hevur verið. Her kundi eg hugsað mær at bílagt pláss beinanvegin.

Sonja Gregersen, gift á Líðarenda, er stjóri. Hon greiðir frá um tá hon byrjaði í læru hjá Estra í 1975 og hvussu prenttøknin er broytt síðan tá. Lutirnir, hon tekur fram úr einari skuffu í køkinum, siga teirra greiðu søgu. Her er blýggj, reinteknaði skelti frá Føroya størstu listamonnum, fyrstu litprent og frágreiðingar um spatiering millum bókstavir. Og so nøkur lesarabrøv og viðmerkingar frá Stig Rasmussen. Føroya prentsøga á ein fermetri, ella so.

Signar í Homrum, sum er sølu- og marknaðarleiðari, vísir mær runt á prentsmiðjuni, har vit hitta Áslakk úr Leirvík, sum eg ikki havi sæð síðani Dagblaðið var uppá tað besta í 1979 og eg skrivaði okkurt hissini saman við Óla Jákup Rólantsson og Christiani Andreassen.

Ørindini, henda dag í Gøtu, er at leggja lunnar undir tvær nýggjar handilsskúlabøkur hjá Skúlabókagrunninum um roknskaparfrøði og fíggjarstýring, sum Finn Jensen og Olav Absalonsen hava skrivað. Suffía við Stein skal gera lay out fyri báðar bøkurnar.

Estra, sum fór at prenta í 1965, er nú løgd saman við Vasti, sum upprunaliga varð stovnað í Klaksvík í 2001. Minnist við gleði, tá eg í Norðurlandahúsinum samstarvaði við Vasti.