4.5.10

Eitt er kort at lesa...

Eitt upp-og-niður kort, avmyndað á redaksjónini hjá sjónvarpsøðini NTV í Russlandi í dag og eitt kort frá 1675, sum vísir vegin til Páradis í Edens gamla hava, á Garðavegi, millum eystur og vestur (Mynd: Birgir Kruse og frá Wikipedia)

Eftir at fyrsta og higartil einasta føroyska heimsatlas hevur verið á marknaðinum í seytjan ár og er selt í 11.000 eintøkum, er gjørt av at gera nýtt atlas. So er at taka rætt 'bestikk', sum sjómenn plaga at siga. Og tá er stuttligt at síggja, hvussu onnur síggja okkum og verðina annars. Púra á høvdinum.

Í Russlandi uppdagaði eg eitt upside-down kort, sum vísir allan heimin. Tað var inni á redaksjónini hjá NTV sjónvarpinum í Sankta Pætursborg. Sama varnaðist eg í Kalifornia, har tú kanst koyra eftir høvuðsvegi 1 (101), upp og niður, og fylgja við í kortinum, bæði fyri norður- og suðurgangandi. So slepst undan at standa á høvdinum, í hvussu er annan vegin, í bilinum. So vita vit tað.

Og forniska kortið frá 1675 avdúkar, at nærlagdi kortteknarin hevur lagt farleiðina til Edens urtagarð inn í kortið. Fjallið Ararat er jú har um leiðir. Tað er har, eins og í úti í Fulgoy, at pílagrímurin kann finna sprek av Nóah Ørk, tá tokan dimmir og fólk mugu søkja troyst í Orðtøkum Sálomon kongs hinum vísa, kapituli 31, sætta ørindi. Tað er so vist og satt, ja sum amen á Kirkju.

So er bara at gera seg út og finna leiðina, so sum kortið sigur. Men minst til at eitt er kort at lesa, annað skip at føra. Bæði í Fugloy og í Lítla Asia. Til ber at klikkja á gamla kortið og síggja hvussu Bíbliusøgurnar um Ørkina, Jónas, Nineve og drotningina av Saba eru settar inn í topografiska kortið.

Feriulønin er goldin og summarið nærkast. Vit biðja tí góða ferð!