Skip to main content

Kuba á floti í cyberspace


Í Dimmu, sum í dag kemur í hvørt hús, sigur ein lærari, at sonurin, sum gongur í 3. g, finnur einki tilfar um Kuba, tí landið stavast við K og ikki C. Eftir ein minutt, og uttan at flyta okkum av stólinum, funnu bæði eg sjálvur og ein starvsfelagi, vit eru báðir lærarar, fram til hópin av Kubanøvnum í cyberspace.

Her eru Kubanøvnini og í parantes er nevnt, úr hvørjum málum, nøvnini eru:

Ciuba (Scots Gaelic), Ciwba (Welsh), Cuba (Aragonese, Aromanian, Asturian, Danish, Dutch, Franco-Provençal, French, Italian, Latin, Norwegian, Portuguese, Spanish), Cu-ba (Vietnamese), Gǔbā - 古巴 (Mandarin Chinese), Khiubā - คิวบา (Thai), Koúva - Κούβα (Greek), Kuba (Acehnese, Afrikaans, Albanian, Breton, Croatian, Czech, Faroese, German, Hungarian, Indonesian, Latvian, Lithuanian, Maltese, Polish, Slovak, Slovene, Swedish), Kūbā - كوبا (Arabic), Kuba - Կուբա (Armenian), Kuba - Куба (Belarusian, Bulgarian, Russian, Serbian, Ukrainian), Kuba - קובה (Hebrew), Kuba / K'uba - 쿠바 (Korean), Küba (Turkish), Kuba - קובאַ (Yiddish), Kubo (Esperanto), Kuuba (Estonian, Finnish, Võro), Kuupa (Inuktitut), Kyūba - キューバ (Japanese)

---0---

Ein uppilagstur gamalkommunistur, ið rópar seg Rolf Guttesen, hevur kent seg kallaðan at sent hetta forvitnisliga svar til omanfyristandandi bloggtekst:

Í Sosialinum hósdagin las eg ein stubba, sum Dan Reinert Petersen hevði skrivað: ”Tá nationalisman gerst ein forðing fyri upplýsing” . Hann vísti á, at tann skrivimáti, sum teir brúka í atlassinum hjá Skúlabúkagrunninum, kann forða fyri, at næmingar og fólk, sum leita sær kunning á netinum, finna tað, ið tey leita eftir. Sama við leitiskipanum, sum skúlar hava.
Dømið var um ein næming í 3. g, sum leitaði eftir tilfari til uppgávu um Cuba. Tá leitað var eftir Cuba (skrivað rætt soleiðis sum fólk á Cuba skriva tað), so var einki at finna. Leitiskipanin krevur eitt K-, um tú vilt finna nakað við C-. Hetta hevur fingið Birgir Kruse at seta eitt svar saman, sum skal forsvara tað gamla atlassið, har Cuba verður skrivað við K-.
Argumentini halda ikki
Svarið er ikki stuttligt. Tað er óhóskandi. Eg vil meina, at vit hava loyvi at vænta og krevja meira av einum ritstjóra í landsforlagnum Skúlabókagrunninum, sum hevur átikið sær at stíla fyri einum nýggjum altassi. Kruse vil prógva, at ”eftir ein minutt, og uttan at flyta okkum úr stólinum, funnu … vit fram til hópin av Kubanøvnum í cyberspace”. Tað ljóðar flott og líkatil.

Kruse hevur ikki skilt spurningin
Leitað var ikki eftir Kuba-nøvnum, men eftir tilfari (upplýsing, informatión) um landið Cuba (sum Kruse vil stava við K-). Tað er munur á! Henda misskiljing ger so, at restin av tí, sum Kruse skrivar, einki hevur uppá seg, hvørki sum argument ella upplýsing. Ein skeivur spurningur kann aldri geva nakað rætt svar!
Nú Kruse peilar eftir Kuba-nøvnum og ikki upplýsing og informatión um Cuba, so roynir hann at vísa, at tað er líka gott, kanska best, at stava Vest Indiska landið: Kuba. Prógvið er ein listi, sum vísir hvussu hetta land verður stavað á ymiskum málum. Eini 50 mál eru á listanum, 15 brúka C-, eitt brúkar G- og øll hini K-. Flest mál á hesum lista brúka K-.
Kinesiskt hevur ikki bókstavin K
Men er hetta nú rætt sett upp? Nei, tí ein stórur partur av K- málunum, sum Kruse reksar upp, brúka slett ikki latínska alfabetið. Kinesiskt, japanskt og koreanskt hava slett ikki bókstavir sum vit, men skrifttekn. Grikskt, bulgarskt, russiskt, ukrainskt, hebraiskt, georgiskt, armenskt og nógv fleiri hava eitt annað alfabet enn tað latínska, sum vit brúka. Hatta eru øll translittereraði ella transkriberaði (umskrivaði) dømir, og kunna í hesum føri ikki brúkast til nakað sum helst. Stakkals næmingur í 3.g, sum fer inn á eina kinesiska heimasíðu og leitar eftir tilfari um Cuba ella Kuba. Kartveli, thai ella koreanskt munna eisini vera heldur torfør at fáa nakað burtur úr.
Scots gaelic, chinese og franco-provencalskt
Kruse vil bara síggja K- í føroyskum landanøvnum, men ikki C-. Hann roynir at undirbyggja hetta við einum longum lista av nøvnum á málum, sum verður talað í hesum ymisku londum. Hesin listin við málum inniheldur hópin av C-. Nøkur dømir úr listanum hjá Kruse: Scots gaelic, dutch, chinese, franco-provencal, french. Her er C- knappliga nóg gott. Ella er tað? Ella hevur Kruse bara gloymt at umseta hetta úr eingilskum? Tað man vera so, tí har eru eisini bæði W- og Z og Ukrainian, sum annars eru bannlýst í skúlabókagrunna-føroyskum. Men rætt skal vera rætt. Av germanskum málum (sum føroyskt er partur av) so eru 3 (trý), sum skriva Cuba við K-. Tað eru afrikaans, týskt og svenskt. Men hvat prógvar tað?
Listar og tilvildarlig google-uppsløg prógva einki.
Hetta má vera eitt val millum høvuðsprincippir og leiðandi sjónarmið. Eg taki fult undir við sjónarmiðunum hjá Dan Reinert Petersen, lærara.
• Tað fremur onga upplýsing at forbjóða nøkrum latínskum bókstavum í Føroyum.

• Tað er ikki til nakað gagn at grava gamlar og avoldaðar navnaformar fram úr íslendskum miðaldarsøgum.

• Tað er meiningsleyst at ”umseta” hissini staðanøvn í Afrika ella aðrastaðni til føroyskt.
Eitt nútíðar føroyskt atlas skal vísa nútíðar føroyskum skúlabørnum, hvussu okkara nútíðar heimur er settur saman við teimum staðanøvnum, sum eru galdandi í nútíðini.
Fyrsta høvuðsreglan er…
Fyrsta høvuðsreglan eigur sjálvandi at vera, at vit respektera navnasiðin og stavimátan, sum tey ymsu londini sjálvi brúka í dag, eins og vit vænta, at onnur mál royna at respektera føroyskan navnasið. Tí eigur Cuba at stavast Cuba, tí spanskt er málið í landinum. Spanskt brúkar latínska alfabetið, og tí er uppá ongan máta neyðugt at broyta, forbetra, umseta ella umskriva til føroyskt ella pseudo-føroyskt.
Rolf Guttesen