19.5.10

Nýtt føroyskt heimsatlas








Frá almenna fundinum í Miðlahúsinum um nýtt føroyskt heimsatlas, sum Føroya Skúlabókagrunnur skipaði fyri (Myndir: Birgir Kruse)

Føroya Skúlabókagrunnur hevur sett sær fyri at gera nýtt føroyskt heimsatlas. Seytjan ár eru liðin síðani fyrsta og higartil einasta atlas kom út í landinum. Skúlabókagrunnurin, sum eisini gav tað atlasið út, vil hoyra almenningin, innan farið verður í gongd við nýggja atlasinum. Undan hesum fundi eru lærarar hoyrdir, bæði í fólkaskúla og á miðnámi. Fyrsta atlasið er selt í 11.000 eintøkum, sum gevur eina ábending um at fólk hava tikið tað til sín og at málbólkurin eisini er uttan fyri skúlagátt. Meiningarnar eru nógvar, serliga tá umræður mál og hvørji heiti skulu brúkast. Skal gamla orðið hálvoyggj takast fram aftur, ella skal tað framhaldandi eita nes? Og hóast heimsins stóru mál brúka heitið Peninsula, Halbinseln og halvø, so er rættuliga margháttligt at tosa um eina oyggj, sum er hálv. Og Langanes er eitt kent navn, so hví ikki lata hetta snøgga orð, nes, rúma tí týdningi tað kann bera, frá Glyvursnesi, til Iberiska nesið. Lítla Dímun er jú eisini ein oyggj, eins og Grønland. Her verður ikki tala um smáoyggj og stóroyggj, hóast vit hava Ravns Stóroy í Føroyingahavnini. Og júst hesin staður, Føringahavnin í Grønlandi, man vera einasti staður, har vit hava sett okkara frámerki úti í heimi. Er tað imperialistiskt at taka henda søguliga veruleika við í eitt nýtt føroyskt heimsatlas? Umframt landafrøðiligt kjak, var semja um at halda í hevd ein málsligan greiddleika í nýggja atlasinum. Men greiddleiki valdast. Formaðurin í málnevndini vísti á tað kunnandi og eintýðugt upplýsandi í orðum og teksti yvirhøvur. Serliga í undirvísing eiga vit at sleppa frá einum máli í klombrum. Ein frálíkur fundur, sum hevur lagt lunnar undir nógvar almennar viðmerkingar í miðlunum. Nú verður ein fakbólkur settur, so støða kann takast til hvussu nýggja føroyska heimsatlasið skal síggja út.


Skráin fyri almenna fundin um nýtt atlas:


  • Niels Petersen, stjóri í Føroya Skúlabókagrunni: Um almennu uppgávuna hjá Føroya Skúlabókagrunni og um grundsjónarmið fyri navnagávu í ‘Heimsatlas’ (1993) 10 min
  • Jógvan í Lon, formaður í Føroysku Málnevndini: Um móðirmál í undirvísing og almennum undirvísingarmiðlum 10 min
  • Jonhard Mikkelsen, stjóri í Sprotanum: Týðningurin av nýggjari orðagerð í bókútgávum 10 min
Pallborð: Eitt er kort at lesa...
Orðstýrarar: Dorit Hansen ritstjóri og Birgir Kruse ritstjóri
  • Rúni Bjarkhamar, lærari, um brúksnyttu í ‘Heimsatlas’ 5 min
  • Sámal Matras Kristiansen, form. í lesiætlanarnevnd, um brúksnyttu í ‘Heimsatlas’ 5 min
  • Uni Arge journalistur, um at brúka nýggj landafrøðilig nøvn 5 min
  • Ernst S. Olsen, lærari og málfrøðingur um føroysk staðarnøvn í Føroyingahavnini 5 min
Spurningar:
Síðani settu áhoyrarar røðarum og pallborðsluttakarum spurningar um heimsatlas og nýggja orðagerð 30 min
Endi:
Niels Petersen, stjóri í Føroya Skúlabókagrunni, tók saman um og høvið var at síggja nýggj heimsatlas úr Norðanlondum, Bretlandi og Týsklandi afturvið ókeypis kaffi.