Skip to main content

Skemt um nýtt atlas

Skemtitekning hjá Óla P í Sosialinum

Í Sosialinum mikudagin 5. mai 2010 vil skemtiteknarin Óli Petersen vera við, at nýtt føroyskt heimsatlas er komið. Lítið broytt, ógvuliga føroyskt og serliga lítið heimsligt, sigur hann. Eg havi so ikki sæð atlassið. So eg eri serliga spentur, tí mær er litið upp í hendur at ritsjórna komandi atlassinum, sum skal verða liðugt um tvey ár. Otto Leisner plagdi at siga, at einki er álvarsligari enn skemt. Dagsins skemtitekning avdúkar kanska, hvussu sterkir fordómarnir eru summstaðni í Føroyum, tá tað snýr seg um atlas, navna- og alheimsgerð. Spennandi ferð í føroysku undirverðina!