Skip to main content

Skúlaútvarp


Karina Toftegaard við miksipultin og eg sjálvur í upptøkurúminum (Myndir: Karina Toftegaard og Birgir Kruse)

Inni hjá Mentamálaráðnum, uppi á Hoyvíksvegnum, húsast Landsmiðstøðin fyri Undirvísingaramboð. Her er eitt fullfíggjað ljóðstudio, sum er klárt til útvarp. Men tað verður mest brúkt til ljóðbøkur, tað vil siga at lesa útgivnar bøkur, sum so kunnu lánast á ymsu søvnunum. Karina, sum er ein starvsfelagi á Skúlabókagrunninum, arbeiðir við nýggjum kristnitilfari. Henda dag vildi hon hava meg at lesa jólaevangeliið, sum skal brúkast til eitt telduspæl, ið er knýtt at útgávuni.