Skip to main content

Spinn og politikkur í Mess

So er borðreitt við sushi á Etika


MESS TEMA: Birgir Kruse, miðlaráðgevi, er avgjørdur tá tað kemur til ungdómspolitikk, fjølmiðlar og spinn. Hjá ungdómspolitikarum ræður tað um at vera fangandi, skakandi og framfýsin. Tú skal selja teg sjálvan og tryggja tær umrøðu

Í sambandi við at føroysku ungamannafeløgini reiðiliga eru farin at ressast í seinastuni, setti MESS Birgir Kruse nakrar spurningar um ungdómspolitikk, spinn og fjølmiðlar. Hví feløgini viðgera tey evnini tey viðgera, hví tey samskifta sum tey samskifta og hvørt tað kanska eru summi evni, sum vit dáma betri at lesa um enn onnur:
Hvussu ber tað til at evni so sum ungdómsarbeiðsloysi, eru so nógv minni "hot" í miðlaheiminum, enn etisku málini?

- Tí at tey evnini eru so tugd og tannlað at eingin tímir at hoyra um tey. Vit vilja altíð hoyra nýggjar søgur við nýggjum andlitum. Tungu og gráu miðlasøgurnar um arbeiðsleys tíma vit ikki at hoyra, uttan so at miðlarnir seta andlit á søgur um arbeiðsleys, so vit kunnu fata at hetta eru fólk úr okkara egna gerandisdegi og at arbeiðsloysi kann raka okkum eins og tey. Men tað er ov drúgt at koma til ta niðurstøðuna. Persónligu søgurnar um etisk mál eru lættari at selja.

So tá ungmannafeløgini taka evni so sum samkynd og ættleiðing upp, er tað einamest fyri at skapa umrøðu?

- Ja, tað er sjálvsagt. Sjónligheit hevur alt at siga í politikki. Ungdómspolitiskt eigur tú at fara eftir teim evnum, sum tryggja tær ta umrøðu og sjónligheit, sum tú kanst standa inni fyri, vilt tú fara undir eitt politiskt lív. Ert tú útvendur og cutting edge framfýsin, so bendir alt á at í føroyska samfelagnum eigur tú at taka júst hesi evni upp. Tú skakar og ørkymlar, sum ung eiga at gera.

- Men samstundis skalt tú gera tær púra greitt, hvussu tú vilt selja teg og tína vøru. Tí tú skalt onga løtu ivast í at politikkur er ein vøra, sum er til sølu til hægstbjóðandi fjórða hvørt ár ella so. Tín uppgáva er at finna títt egna unique selling point og halda tað livandi, lýtaleyst og haldgott, so leingi tú maktar.

Er tað lættari at selja ein boðskap í miðlunum, um ein setur fokus á persónar og persónligheitir, heldur enn mál og flokslinju?


- Seinastu tíðina hava vit greitt upplivað at býtið, sum er millum samgongu og andstøðu, og millum einstøku flokkarnar, ofta hevur lítið at týða. Tað eru einstøku, sterku persónarnir, sum hava ein góðan og vælvandan retorikk, ið vinna spælið hvørja ferð, serliga tá viðkvom mál eru fyri. Tá hevur flokslinjan einki at siga. Við sjónligheitini í miðlunum fyri eygað kann einstaklingurin spola av stað og skjóta seg undir at málið er ‘etiskt' og tí ráða sær sjálvum og taka eina púra óvæntaða støðu í tinginum.

- Her er tað einki annað enn hin persónligi framburðurin og retoriski førleikin, ið selur vøruna. Og miðlarnir elska tað. Tað er so nógv lættari at fokusera á einstaklingin, heldur enn hin stóra flokkin, sum neyvan hongur saman alíkavæl, og tí ikki kann avmyndast ella lýsast í einari sending ella grein. Sjónligheit og fokus á hin einstaka, tað riggar hvørja ferð í miðlunum.

Hvussu hava ungmannafeløgini klárað seg í seinastuni?

- Seinastu heilt stuttu tíðina hava politisk ungmannafeløg gjørt vart við seg við einum ávísum broddi. Klára tey at halda henda ‘brodd', sum illa kann skilmarkast, men sum altíð má vera har, ja so skapa tey ein tulkingarfelagsskap, sum ikki kann annað enn blíva sjónligur. Men tað skal eitt javnt stríð og strev til at ‘klára seg', sum tú sigur.

- Serliga sjónlig blíva tey politisku ungmannafeløg, sum ganga ímóti gamla flokkinum. Altso at ganga nýggjar, kanska beinleiðis revolterandi leiðir, so sum vit gomlu vænta og vóna at øll ung við politiskum áræði eiga at ganga. Og so at skipa fyri samlaðum tiltøkum, til dømis á Vaglinum, so samfelagið uttanfyri flokshølini, sær at tit veruliga hava nakað uppá hjartað og hava dirvið at koma út vit tí. So, dirvi at vilja viðurkenna politiska makt á ein sjónlighan hátt hevur alt at siga, vilt tú sum ungur fara uppí politikk. Bæði vit og miðlarnir skulu síggja, at viljin til makt hóvar tær væl.

Regin Berg, Mess 22.5.2010