Skip to main content

Hallur and the Scaffolds live í Klaksvík

Hallur og Kristina á stallasjuni í Nólsoyar Páls gøtu í Klaksvík. Hóast illfýsið var nógv fólk samankomið. Sonhard tosar við Óla Karl um trummuspæl. Úr erva og niður á gøtuna, spældu og sungu stallasjufólkini hjá Halli avbera væl. Pauli, Høgni og Beddi, og niðast ein lofnaður Jákup (Myndir: Birgir Kruse)

Stallasjukonsertin hjá Halli Joensen og orkestri, sum vit við hetta høvið kunnu nevna The Scaffolds, hepnaðist avbera væl og savnað nógv fólk, eini 500-800, hóast kulda og avfall, sum var tað á vetri.

Stallasjukonsertin var á trimum pallum, upp eftur vegginum á húsunum hjá Halli og Anniku Joensen.

Við mjørkaklædda Kjøli í baksýni, stóðu Beddi, Høgni og Pauli ovast í kuldanum og spældu sum einki. Á mittasta palli sótu Jákup Zachariasen og Godtfred Joensen við ávikavist steelgittara og keyboardi, meðan Hallur sjálvur stóð mitt fyri, við køksvindeygað í Nólsoyar Páls gøtu. Niðast sang Kristina Bærendsen, meðan Ólavur Øster spældi upp í lotið.

Meðan pylsurnar grillaðu í konsertsteðginum sang 12 ára gamla dótturin Jessica og Jákup, sum er eitt ár eldri, spældi gittar.

- Hóast veðrið, so kom nógv fólk aðrastaðni frá. Vit hava prógvað at tað ber til at skipað fyri slíkum og tí verður tað uttan iva gjørt aftur, sigur Hallur við Norðlýsið.

Jógvan Johannesen, sum samskipaði alt uttan tónleikin á Klaksvíksdegnum, ið er almenna heitið, sigur við Norðlýsið: - Eg eri stoltur av at verða klaksvíkingur í kvøld, tí um vit standa so væl saman, so er tað eitt spæl at fyriskipað tiltøk í býnum. Eg haldið at øll skullu takka hvør øðrum fyri dagin. Sjálvur meti eg at eini 1000 fólk vitjaðu tá tað var uppá tað mesta. Vit grillaðu einar 800 pylsur og lótu 1000 lutaseðlar og tá vóru tað mong sum ongar seðlar fingu.

Hóast eg helst havi fingið krím, má eg siga at tað er stuttligt og hugvekjandi at vitja í Klaksvík og uppliva felagsandan rulla inn eftir vágni, sláa niðan í allar brekkur og geva afturljóð í hvørjum skoti. Meðan ytra veðrið er illfýsið, er hitt innara Klaksvíksveðrið av tí besta.