19.6.10

Leygardagur í miðbýnum

Litríkur leygardagur í Vágsbotni og á Vaglinum í dag (Myndir: Birgir Kruse)

Meðan vuvuzela-hornini úr Suðurafrika fylla almenna rúmið úr Kafé Vágsbotn, sum vóru tað skinnflugur og ikki heimsmeistaraskap í fótbólti, leggja føroyskir og fremmandir bátar at. Ein ungur maður hevur fingið fitt av fiski í Nólsoyarfirði, meðan ein svenskur bátur við navninum Muckle Flugga leggur at. Navnið er av norðastu av brestku Oyggjunum, í Hetlandi, haðani svenski skemtarin Hans Alfredson ferðaðist og skrivaði bókina Bästa vägen till Muckle Flugga: notiser kring en resa till Island, Färöarna, Orkney och Shetland. Uttanfyri Býarbókasavnið, har bókin fæst til láns, verður kioskin hjá Astu málað. Og framvið brúgvunum niðri á Skálatrøð hevur onkur klætt beinkirnir við ullintum litríkum pløggum, sum fagna summarinum. Jú, Havnin er litrik.