Skip to main content

Sámiskt atlas, sum Sámatingið rindar

Nýggja sámiska atlasið saman við íslendska, grønlendska og føroyska atlasinum. Niðri undir síggjast tvey uppsløg úr sámiska atlasinum. Fyrst risastóra økið, har sámar búgva og síðani Norðurlond, har Føroyar eru mitt fyri (Myndir: Birgir Kruse)

Í postinum í dag kom eitt spildurnýtt sámiskt atlas. Teknað av fyritøkuni Philips í London og umsett í Sámalandið. Finska bókaforlagið Otava hevur havt prentumsitingina um hendi og Sámatingið hevur fíggjað.

Spennandi at síggja, hvussu mong atlas verða gjørd og prentaði, serliga á smámálum.

Meðan vit búgva í einum landi, búgva sámar, ið eru eins nógvir og vit, í fýra londum og tosa og skriva heilt ymisk sámisk mál, úr norðri í suður. Heitið á sámiska atlasinum er Skuvlla Kártagirji, sum eg velji at umseta til Skúla Kortagerð. Onkran slektskap má mann lesa inn í okkara grannamál, tá vit ikki skilja, men kunnu gera eitt kvalifiserað git.