Skip to main content

Tjørnuvík í juni

Veðrahorn á vegginum, Risin og Kellingin millum húsini, Kollurin, ið sæst av lendingini, ein avmontera mina frá krígnum og turkiløgini, sum standa monumental í grøna bønum undir Brandarskeri (Myndir: Birgir Kruse)

Einki er sum ein biltúrur í góðveðrinum. Og á ljóðsporinum kunnu nýggjastu fløgurnar við Merle Haggard og Willie Nelson heldur ikki sláa feil. Og so slettis ikki, tá vit í líðini oman móti Tjørnuvík møta Hildubrandi, sum straks bjóðar kaffi og vísir okkum runt í bygdini, søgufróður sum altíð. Skúlans týdningur fyri bygdina verður undirstrikaður, men í aðrar mátar eru tað nógv virði, ið fara fyri skeyti, tá talan er um ferðavinnu og mentanarlig tilboð. Rennistrongurin út í Stakkin er eitt dømi. Ikki eru ráð at umvæla hann, skal hann lúka trygdarkrøvini. Og langt er síðani at bátur varð drigin og enn longri síðani at rekaviður var sagaður í saglagnum uttanfyri bygdahúsið. Men soleiðis er helst á flestu smábygdum. Lukkutíð eru enn fólk við børnum á smáplássum. Og í Tjørnuvík blómar mentanin við Kingokórinum, søguligum útgrevsturi í bønum og listahandverki í smáu húsunum. Uppi í bønum, omanfyri kirkjugarðin, har áin fer í tvey, er Brandarsker. Síggi á netinum at í London býr 24 ára gamla fotomodellin Tanja Brandarsker, ið tosar øll norðurlendsk mál og hevur føroyskar vinir á Facebook. Kanska er hon hiðani.