Skip to main content

Alex á vatnskíum

Nítjan ára gamli Alex stendur ofta á vatnskíum á Foxánni, wakeboarding, tey kalla. Úr IPoddinum spælir hann tónleik við Led Zeppelin for frá, og so er full speed ahead oman og niðan eftr ánni, meðan pápin, Neils, stendur við róðrið. Til tess at liggja væl í sjónum er Malibubáturin útgjørdur við fleiri tungum vatntangum sum barlast. Í góðveðrinum íðka onnur somu ítrótt og tað við somu ferð, so ikki er tað helt vandaleyst. Men siglandi løgreglan sæst javnan strúka framvið. Um veturin er fryst á ánni.