Skip to main content

At arbeiða fyri Várharra

Nakrar myndir úr Blue Gate matstovuni í Shipshewana, har Krystle serveraði (Myndir: Birgir Kruse)
- Hetta er Harrans fyritøka, eg bara arbeiði her. Soleiðis stendur skrivað í handlinum hjá Blue Gate fyritøkuni í Shipshewana, sum er matstova, bakarí, konserthøli og souvenirsøla.

Smílandi Krystle servarar fyri okkum og greiðir frá um staðið. Í køkinum hómast kýsaklæddar amishkvinnur, reyðdæmdar, við uppsettum hári, meðan menn undir hatti og við høkuskeggi gera upp kassan, steingja dyrnar og sløkkja tá liðugt er.

Her er alt til sølu, bara tað er gudiligt. Vegleiðingar at lesa Bíbliuna, sjáldsamar ævisøgur, um leiklutin hjá mammuni heima, og so krossar og uppsløg uttan enda. Kitsch, tað reina kitsch.

Eins og Tipper Gore fekk tónleikaídnaðin at seta ávaringarmerki á fløgur, sum kanska, kanska ikki, søgdu okkurt ónærðisligt, so haldi eg, at her skulu setast frámerki á allar sølulutir. Til dømis: 'Hesin lutur byggir á salgsargument, ið kunnu kennast blasfemisk og stoytandi, serliga hjá føroyingum, tí har er alt hetta sagt fyrr og tí er tað beinleiðis ókristiligt at keypa nakaran av hesum lutum av nýggjum. Hugsið heldur um Co2 útlátið ella um børnini í Afrika'.

Í matstovuni bíløgdu vit frá Krystle eitt úrval av amish rættum.

Fyrst kom breyð, rabarbuchutney við kanelsmakki og peanutbutter, ið smakkar sum norska Nøtte. Síðani salat við vatni og ís-te. Høvuðsrætturin var høsnarungi, skinka og corned beef við grønum ertrum, eplamorli og tjúkkari brúnari sós.

Eitt ivasamt gastronimsikt upplivilsi. Men heildarupplivingin og serveringin var framúr.

Klokkan 22 er stongt og slókt. Í Shipshewana ar alt kvirt, inni og úti, eisini á hotellinum, hinumegin vegin.

Hetta er einasta ferð eg havi upplivað at amerikanarar skrúva fyri tí besta teir eiga - talugávunum og natúrliga forvitninum. Og tað bara av religiøsum ávum.

Hotell og matstovur eru fullsettar. Oman og niðan gøturnar stendur no vacancy. Tað gevur pengar at arbeiða fyri Várharra. Góðar, gudiligar pengar.