Skip to main content

Big noise from Weinberg

 
 
 Max Weinberg á pallinum í Dakota Jazz Club í Minneapolis, Minnesota, í kvøld (Myndir: Birgir Kruse)

Í kvøld vóru vit á konsert við Max Weinberg Big Band á Dakota Jazz Club í Minneapolis. Stórbandið, sum trummuleikarin Weinberg leiðir, telur fimtan mans. Weinberg, ið er farin um tey seksti, spældi trummur í The E Street Band hjá Bruce Springsteen frá útgávuni Born To Run og fram eftir. Eftir eitt slit, hevur The Boss tikið samstarvið við The E Street Band upp aftur. Samstundis hevur Weinberg stovnað egið stórband, sum spælir amerikanskar standards til dømis eftir Count Basie, filmsløg úr fimtiárunum, eina skrá við Beatles løgum og sjálvandi eina Springsteen syrpu. Weinberg nevndi fleiri ferðir fyrimyndina Buddy Rich og hvussu hann vandi at spæla eftir gomlum plátum hjá Rich. Spæligleðin var ótrúlig og floymdi um pallkantin og út í tættpakkaða hølið. Ótrúligt at vera í høli saman við hesum manni, sum hevur lagt rútmiska støðið undir størstu klassikarar hjá Bruce Springsteen.