Skip to main content

Blues frá Handy til WC

W.C.Handy er fremstur á Beale Street. Spæli- og skeinkistøðini eru mong og skotvápn eru ikki ókend. Á Mud Island Park ber til at síggja týdningin, sum Mississippi hevur havt á tónleik og tilveru, her um leiðir. Musikalsk wc bretti til sølu (Myndir: Birgir Kruse)

Fremsta blueshetjan á Beale Street er W.C. Handy (1873-1958). Undir navninum Father of the Blues er standmynd reist honum til heiðurs á einum torgi í gøtuni. Longu í Nashville sóu vit eitt skelti, sum hermdi eftir kenda Las Vegas býarskeltinum, Nashvegas. Her fara tey eitt stig víðari og siga at alt tað, sum tú sært í Las Vegas byrjaði í Memphis. Og nøkur uppsløg vilja vera við at alt tað, sum tú kanst uppliva í Las Vegas, tað fann Elvis uppá. Á Beale Street vóru vit inni í Blues Hall og hoyrdu livandi tónleik úr Mississippi áarmunnanum, eins og í spælistaðnum og handlinum hjá B.B.King. Í Mud Island Park við Mississippi ánna ber til at fáa gott innlit í, hvønn týdning áin, sum verður nevnd Old Man River, hevur havt fyri tónleikin og vinnulívið her suðuri. Kring Beale Street er sermerkt, at øll spælistøð hava skelti við dyrnar, har mint verður á at leggja skotvápnini heima. Men tað skíta tey á. Ja, so beinleiðis, at tú kanst keypa tær serstøk blues wc-setur at sita á og skíta á tað heila. Beale Street er lítið annarleiðis enn Broadway í Nashville, Reperbahn í Hamburg og gamla Nyhavn í Keypmannahavn. Ein larmandi staður við ivasomum undirhaldsstøðum, sum flestu eru búgvin at ríva niður, men við hópin av ferðafólki, sum streyma til úr øllum ættum. Á nevndu amerikansku støðum er ferðavinnan í fullari ferð við at taka lívið av tí ektaða staðbundna tónleikinum, tað verið seg blues ella country.