Skip to main content

Broadway by night

Broadway í Nashville. Inngongdin til Tootsie's. Gøtan aftanfyri Tootsie's. Niðast sæst The Ryman (Myndir: Birgir Kruse)

Mitt í Nashville er Broadway. Her eru Ernest Tubb Record Shop, Tootsie's Orchid Lounge og Hatch Show Print. Plátusøla er ein farin søga, sum allir plátuhandlar stríðast við, frá SMS til Nashville. Prentlistin anir enn, bæði her, og hjá Steinprenti. Og so er tað Tootsie's. Einaferð tilhaldstaður hjá Willy Nelson og øllum teim gomlu countrystjørnunun, inn tær skuldu á pallin í The Ryman, sum er beint um hornið. Her bar til at fáa eina øl, Yazoo, sum er dagsins lokala merki. Eisini tað er søga. Grand Ole Opry er flutt úr The Ryman, og Tootsie's er bæði ein turistfella og ein sardindós. Her er ikki inniverðandi. Men afficiendos mugu vitja henda tronga stað, Tootsie's, og ganga gjøgnum hølini, eina hædd upp, og út gjøgnum bakdyrnar og um hornið til lovaða staðin - The Ryman. Sum sagt so gjørt.