Skip to main content

Cadillac í USA, hvat tá?

Ein modernaður Cadillac innan. Hallstein ivast í, hvønn vit skulu velja. Hallstein poserar. Miller bryggjaríið í Milwaukee (Myndir: Unn og Birgir Kruse)

Hetta verður útsiktin komandi vikurnar, úr Minneapolis til Orlando. Instrumentbrettið á einum nýggjum, silvurlittum Cadillac, leigaður frá National fyri ein rímuligan penga. Og so ein GPS'ari, sum vit keyptu í Target. Einar sekshundrað kilometrar løgdu vit afturum í dag, afturvið Macdonalds og aðrari highway føði millum truck drivers. Nú eru vit komin til heimstaðin hjá Miller, Schiltz og øllum hinum, ið eru upphavið til sangin hjá Jerry Lee Lewis 'What's Made Milwaukee Famous, Made a Loser out of Me'. Klassiska Schlitz bjórin varð nevnd The beer that made Milwaukee famous og sagt varð í lýsingum at When you're out of Schlitz, you're out of beer. Tað var ein av stóru yrkjarunum á amerisku heiðini, Glenn Sutton, ið yrkti sangin um bjórið í Milwaukee, sum bara skapti losers. Eisini kona hansara, Lynn Anderson, sang um vanlukkuligu ídnaðarvøruna. Seinni hava fleiri av stóru countrystjørnunum sungið um Milwaukee. Kanska hevur tað okkurt við uppvøksturin at gera, at sangarar á hesum leiðum elska cry in your beer-songs.