Skip to main content

Eg vóni tit hava góðar skógvar!


Mall of America. Her er ikki loyvt at roykja við dyrnar. Arbeiðsmaður Building A Bear. Lego spælipláss. Kuffert við innbygdari ávaring um yvirvekt. Nútímas kovboy við posum frá Macy's. Ferð í MOA endar við eini góðari máltíð (Myndir: Unn og Birgir Kruse)


Tá vit fóru í Mall of America heilsaði ein okkum við orðunum ‘Eg vóni at tit hava góðar skógvar!’ So var. Her krevjast góðir skógvar og áhaldni. MOA, sum styttingin ljóðar, er størsta handilsmiðstøð í Amerika. Í fyrstu atløgu er staðurin stuttligur og innbjóðandi, serliga fyri barnafamiljur. Sum frá líður er avbjóðing í so stór og tú kundi ynskt tær niðursetta hoyrn, ella onkran eginleika, sum sorterar sansainntrykk. Her kundi Dante livað og skriva framhald av Inferno. Eitt brúkarastýrt inferno. Men hvat, her finst alt. Tað er júst tað stuttliga við USA. Her finst alt.