Skip to main content

Ein heilt vanligur dagur á Amish-bygd

Nakrar løtumyndir úr Shipshewana og Nappancee í morgun (Myndir: Birgir Kruse)

Ein heilt vanligur amish-dagur í Shipshewana og Nappancee. Hvítu timburhúsini á Nappancee-leiðini eru serstakliga vælhildin og á bønum eru ofta hestar og hestavagnar, aldri bilar. Men undantøk eru. Í eina kirkjutúninum er ein gamal, gráur Ford Transit settur til sølu. Kirkjan hevur modernað snið og er lagað úr brendum brúnum tigulsteini. Eingin garður er um gravirnar, hinumegin vegin. Á loppumarknaðinum í Shipshewana eru tilkomnar amishkvinnur farnar til handils, tær yngru standa í kø og ganga millum onnur vanlig fólk, ið leita eftir onkrum forvitnisligum, sum var tað á Hjallerup Marked í Jútlandi. Niðast er eitt heilt húski farið á kaffistovu í Yoder's Red Barn í Shipshewana. Tey eru oftast í bláum og hvítum klæðum. Tað sæst á snórunum, sum eru í túnunum. Ikki eydnaðist okkum at síggja so mong quiltaði teppi. Tey eru eisini best, tá tey eru blá og hvít. Teppini, sum seld vórðu á loppumarknaðinum í Shipshewana vóru øll úr India og Kina. Amish kvinnan, ið seld teppini, helt ikki at tað var løgið at hon soleiðis breyt niður eitt egið brand og ein egnan marknað. Hevði eg havt betri stundir skuldi eg fortalt henni um Guðrun & Guðrun og eftirapaðu Klaksvíkstroyggjurnar. Ella øvut, fortalt klaksvíkingum um quiltaði amish kopi úr India og Kina. Eftir stendur, at amish fólkini búgva av egnum hugi, fjarskotin á bygd og í pakt við nátturuna. Tað kann ikki sigast um tey fátæku 'vanligu' fólkini, ið búgva longur suðuri í Indiana. Hóast økið var kirkju-tættasta leiðin higartil, stóðst økið ikki at bjarga. Her var tann reina elendigheit. Illa farin hús og ikki eitt menniskja at síggja. Kreppan tykist hava rakt øll á bygd í Amerika, uttan amish-fólkini.