Skip to main content

Hallstein hjá Tony Barber

Teir gera klárt at dystast, Hallstein og Tony Barber. Blanka maskinan á næstniðastu myndini er ein latherer. Teir eru tveir, sum reka hár- og bartskerstovuna í Nashville (Myndir: Birgir Kruse)

Í dag var Hallstein hjá Tony Barber. Soleiðis eitir hann, Tony England, lærdur latherer, hár- og bartskeri, lærari og próvdómari í frisørfakinum. Prátingarsamur maður, sum hevur klippistovu her í Nashville og í Indianapolis. Í báðum førum leggur hann doyðin á at endurskapa frisørvirksemið frá 1930'unum. Fyri tjúgu dollar snákaði og masseraði hann Hallsteini, og klipti ikki bara eygnabrýr, men eisini nasagluggar og oyru.