Skip to main content

Har hestarnir møtast á bensinstøðini

Hestavognar hjá Amish-fólkunum í Shepshewana. Skeltið, ið vísir til lokalu mennonittakirkjuna. Matstovan Blue Gate (Myndir: Birgir Kruse)
Í sólsetrinum komu vit til Shipshewana í Indiana. Her búgva amishfólkini, sum ganga í mennonittakirkju. Tey brúka ikki lynlás, sum føroyski máltrúnaðurin kallar snarlás, men knarvar, sum í knarvakoti. Tey forsaka alla modernaða tøkni og ferðast í hestavogni, heldur enn bili. Tosaði við ein ungan amishmann við eyðkenda skegginum undir høkuni, um vegin til henda fjarlagda staðin, handan Nappanee og Topeka, hin lítla og ikki hin sangleikskenda. Fryntligi amishmaðurin, sum vísti mær veg, hevði keypt dieselolju upp í tveir risastórar dunkar, sum hann setti inn í vognin. Hestavognin, that is. Einki við nútímans bekvemmiligheitum. Tað kostar at keypa sær avlát. Hetta seinasta sitatið átti hvørki Martin Luther ella amismaðurin í Shipshewana, men eg sjálvur. Í kvøld fara vit at eta eftir mennonittasiði á The Blue Gate, har Inspirations fara at syngja í ovurmorgin. Men tá eru vit helst í Nashville. Soleiðis krossast vegir.