Skip to main content

Heimbygdin hjá Elvis

Frá føðistaðnum hjá Elvis, Tupelo í Mississippi (Myndir: Birgir & Unn Kruse)

Elvis Presley varð føddur í Tupelo, Mississippi 8. januar 1935. Føðistaðurin, ein lítil kroysa, er enn til, eins og fátæksligu samkomuhølini, har Elvis og tey gingu. Fólk á staðnum hava við hepni gjørt hetta til eina heimliga uppliving, sum er annarleiðis enn handlisligu tilboðini í Memphis og Graceland. Elvis vaks upp her, og samkoman á staðnum, First Assembly of God, fekk stóran týdning í lívi hansara. Dentur verður lagdur á, at tær Grammy virðislønir, Elvis fær, eru allar fyri gospel sang og tónleik. Í samkomuhúsinum uppliva vit eitt livandi vekingarmøti, sum tá Elvis var smádrongur, ikki ólíkt hvitusunnusamkomum á okkara leiðum í dag. Eitt nútímans bønhús, Chapel, er reist á staðnum. Her eru minnisplátur settar í veggin, ein er frá Kathy Westmoreland, sum sang við Elvis frá 1970 og til hann doyði. Her eru blíð fólk og tá vit gista, varnast vit tann týdning, Elvis hevur fyri alt økið. Men, sum ein matstovueigari sigur, hetta økið er annað enn Elvis. Hetta er eisini blues frá Mississippi áarmunnanum, sigur hann og bjóðar okkum innar í skrivstovuna, har hann tekur gittarin fram og spælir ein blues. Livandi og vinarlig fólk í Tupelo, sum fyri 75 árum síðani mest taldu white trash, sum tey hjá Presley.Tað upplivdu vit so ikki í dag.