Skip to main content

Hjá Kruse við Foxánna í Cary






Neils á bønum, niðanfyri húsini. Hundurin Diego. Neelie við Weber grillina. Sonurin Alex ger morgunmat. Vit sita á terrassuni og eta døgurða. Hallstein við borðið, í baksýni Foxáin. Neils serverar amerikanskan morgunmat (Myndir: Birgir Kruse)

Tey hjá Kruse búgva við Foxánna í Cary, Illinos. Her er rúmsátt við terrassu, grasvølli, úthúsum, báti og fýra bilum. Húsini eru bygd fyri fimm árum síðani á stykki, tey keyptu í 2003. Fyrr búðu tey longur burtur frá ánni, men í bygdini Cary, haðani Neelie,50, er ættað. Niels, 59, er úr Park Ridge, ein størri staður, dygst við Cary. Hann gekk á sama high scool sum Hilary Clinton, Main South, har í býnum. Neils arbeiðir sum elektroverkfrøðignur hjá Northrup Grumman og Neilee hevur egna ferðaskrivstovu, Cary Travel Express. Tey hava tveir synir, Alexander Quinten Kruse, kallaður Alex, 19, og Niels Andreas Kruse III, nevndur Andrew, 22.