11.7.10

Hotel Holt og har um leiðir

Inni í Hotel Holt við teim mongu málningunum. Niðast, ein gøta í grannalagnum (Myndir: Unn og Birgir Kruse)

Í gamla býarpartinum er altíð hugvekjandi at støkka inn á gólvið á Hotel Holt. Bara at síggja málningarar í móttøkuni og matstovuni. Alla staðni eru málningar við kendu íslendsku málarunum, og so hin eini við Mikines. Eitt myrktleiddur sjómaður, ikki sørt suðurlendskur. Hann skal eg altíð síggja, tá eg eri í Reykjavík. Eitt fixpunkt í einum skiftandi býi. Gongur tú omaneftir, sært tú snøggu gomlu býarhúsini, flest øll væl hildin og spennandi á at líta. Flestu smá, men onkur stór og prangandi. Í einu gøtuni er ein modernaður arkitektur sloppin lesur. Millum vøkru húsini er tað sum at síggja ein tíðarvilstan Olsen Banden film, sum skurrar og spælir øvut. Ein fýrkantaður danskur bygningur, púra fremmandur og spillir alla útsiktina.