Skip to main content

Hugvegkjandi handilsnøvn

Hugvekjandi handilsnøvn á Lagarvegnum: Handil við innbúgvi, sum leggur seg eftir at selja borð fyri tvey, endurnýtsluhandilin Kommunan, gallerí Augnakonfekt, klassiska Lífstykkjabúðin, slipsaknútar í harrahandlinum, webtiltakið Augnablikk, og niðast er einasti handil, sum eg saknaði: Skífan. Hon er lokað! (Myndir: Birgir Kruse)

Gongur tú ein túr eftir Laugarvegnum, ella eini aðrari handilsgøtu í Reykjavík, so varnast tú skjótt tey sjáldsama fyndugu handilsnøvnini. Umframt at nøvnini eru snøgg og sigandi, eru tey eisini hugvekjandi og bera boð um eina vinnu, ið kínur og kelar fyri málinum. Treyðugt so, onkuntíð eru nøvnini í so sniðfundug, sum til dømis í gallarínum Augnakonfekt. Tað er kanska at fara yvir um markið. Í dagsljósi sæst einki til kreppu. Bara Skifan er stongd. Um kvøldið er Reykjavík tó í øðrum hami. Illa farnir menn, svangir av døgum, liggja heimleisir á gøtuni. Tað havi eg ikki sæð áður og unni mær ikki at avmynda. Morgunmyndirnar omafyri tók eg eftir einum stuttum teini uppi á Laugarvegnum, meðan vit bíðaðu eftir at Bónus lat upp.