Skip to main content

Lobster in Florida

Suwannee River. Hallstein og Birgir á Red Lobster. Nú sæst, hvat er á tallerkinum (Myndir: Unn og Hallstein)

So hava vit koyrt um søguligu Suwannee River og eru í Florida. Áin, sum eisini stavast Swanee River, er kend úr sanginum Old Folks at Home hjá Stephen Foster og Swanee hjá George Gershwin, sum Al Jolson sang. Við ánna er skelti, har fyrstu tónarnir í sanginum kunnu lesast. Her eru pálmar og reyð jørð millum alla grønskuna, har skelti vísa til sitrus- og víngarðar. Nýtt, fremmant, flatt og suðurlendskt. Fyrst steðgaðu vit á í høvuðsstaðnum Tallahassee, sum er studentabýur burturav. Nú eru vit í Orlando, sum av fyrstan tíð var heimstaður hjá sitrusplantasjum, men nú er ein fjøltáttaður undirhaldsbýur, sum við Disney World og Universal Studios tænir ferðavinnuni, ið dregur barnafamiljur úr øllum heiminum til sín. Eisini á matstovunum merkja vit ein sjáldsaman mun. Matskráirnar skifta frá neytakjøti til fisk og sjógæti. Samstundis ber til at síggja, hvat tað er, vit eta. Higartil hevur mest sum allur matur, sum ikki er búffur, verið raspaður ella innbakaður, so tú ikki veitst, um tað er fuglur ella fiskur, tú koyrir í munnin. Her er annarleiðis. Maturin er feskur og beint úr sjónum, í hvussu er á Red Lobster í Tallahassee.