Skip to main content

Morgunmatur við øllum

Morgunmatur hjá Cracker Barrel í Scottsburg í Indiana. Á hotellsvalanum í Nashville (Myndir: Unn, Birgir og Hallstein)

Teir útvið 800 kilometrarnar frá Amishlandi til heilga staðin Nashville býttu vit í tvey. Steðgaðu á einum motelli í Indianapolis og lótu fryntligu kvinnuna í Best Western-móttøkuni forføra okkum til at gista á teirra ymsu hotellum, heilt suður til Orlando. Kanska, kanska ikki.

Fyrst koyrdu vit allan bluegrass-statin Kentucky á tamp. Sunnalaga, í Scottsburg (sig tað spakuliga og tú hoyrir Skodsborg), ótu vit ein seinkaðan morgunmat á Cracker Barrel.

Fyrsta vit hoyrdu, tá dyrnar lótu upp í Skodsborg, var Hank Williams I'm So Lonesome I Could Cry. Og í somu løtu, ein frytlig kona, ið bjóðaði vælkomin og spurdi hvaðan vit komu. Og so um Hank Williams og hansara tónleik. Túnatos og góð ráð, eisini um Graceland og Memphis.

Næsta fólkið vísti okkum til borðs, triða vísti okkum matarseðilin, fjórða fólkið tók móti gjaldi og fimta fólkið ynskti okkum framhaldandi góða ferð. Alt á ein natúrligan tænastuvinarligan hátt, sum bar riggaði og kendist heimligur.

Cracker Barrel gevur eisini út fløgur saman við Curb Records, ta nýggju við Wynonu Judd, og eina røð við Bill Gaiter og hansara sangarum. Eisini selja tey ljóðbøkur, sum kunnu berast aftur og býtast um. Altso eitt nútímas bókasavn, serliga fyri langfaramenn í lastbili. Hóast Stieg Larsson er so nógv mest lisni høvundurin í USA í summar, sæst hann ikki millum ljóðbókahøvundarnar. Tað er heldur Danielle Steel, sum vit kenna úr sjónvarpi.

At eta morgunmat er sostatt ikki bara matur, men eisini ein uppliving, sum hóast modernað, setir okkum nógv áratíggju aftur í tíð. Ja, kanska eina øld. Til tíðina, tá alt var betri, ella kanska best. Afturhorvandi mátin at reka handil er genialt tiltalandi. Og ógvuliga amerikanskur.

Við Cracker Barrel-dyrnar fingu vit eitt ókeypis landakort, við dagdvøljum, yvir alt USA og á terrassuni kundu vit royna góðar gamlar ruggustólar.

Vælsett, koyrdu vit víðari móti Nashville, har vit nú hava loserað okkum inn á - ja, tú gitti rætt, Best Western. Men eg eri ikki heilt vissur í at tann handilsketan er eins dugnalig og Cracker Barrel at fáa ein at kenna seg heima í einum Sing Me Back Home landi.