Skip to main content

Plakatlist í Nashville

Hatch Show Print á Broadway í Nashville. Tey prenta enn uppsløg og flyers. Fólk eru vælkomin inn at siggja søguliga virksemið, sum enn er í gongd (Myndir: Birgir og Unn Kruse)

Hatch Show Print er millum elstu letterpress print shops í heiminum. Prentsmiðjan, sum enn er í gongd, varð stovnað í 1879. Upprunaligu bókstavirnir verða enn brúktir, hóast marknaðarstøðan og tøknin er púra broytt.

Country Music Hall of Fame hevur keypt prentsmiðjuna, sum verður mett at hava stórt søguligt virði. Ein ummælari sigur: They still use the original letters which have been hand carved over 100 years ago on their prints and you can even see the little imperfections in the letters from years of use and even some termite damage. They are an American institution!

Spennandi at síggja at nýggjar stjørnur, sum spæla á The Ryman brúka Hatch Show Print at gera flyers, atgongumerki og uppsløg. Eisini plátufeløg bruka prentsmiðjuna, tá tey gera ummsløg. Til dømis Hank på Norsk, sum Norsk Kulturverksted gav út fyri árum síðani.