Skip to main content

Plátuhandilin hjá Ernest Tubb

Ernest Tubb skeltið er ein varði á Broadway. Inni er alt vælskipað, so sum tað plagdi at vera í gomlum plátuhandlum. Eisini viðskiftafólkini eru spennandi (Myndir: Birgir Kruse)

Í Havn plagdu tey at tosa um plátuhandilin hjá SHJ og plátuhandilin hjá Hansemann. Í Klaksvík var tað plátuhandilin hjá Ullman Knudsen. Tríggjar kulturbastiónir í gomlu Føroyum. Í Nashville er tað plátuhandilin hjá Ernest Tubb á Broadway. Her er alt nýtt í countrytónleiki at fáa. Fløgur, bøkur og dvd. Eisini allar boksirnar hjá týska Bear Family Records. Sjálvt viðskiftafólkið, sum kemur inn higar er áhugavert at eygleiða. Ein ferðabólkur og eitt par, ið er sum klipt úr sjónleikinum Grease. Hon í reyðum høghalaðum skóm og gulum heklaðum kjóla, hann í uppbrotnum kovboybuksum, spískum skóm, ljósareyðari skjúrtu og hári, sum er greitt í brylcreme. Nashville er ein tíðarmaskina. Og tað er ikki altíð, at hon gongur frameftir.