Skip to main content

Þrír Frakkar

Þrír Frakkar í Baldursgøtu. Lippur til forrætt og so stórhvalabúff (Myndir: Birgir Kruse)


Matstovan Þrír Frakkar er í gamla býarpartinum, har sendistovurnar eru. Spælt verður uppá tveir týdningar í navninum, tríggir frakkar, sum skeltið vísur og so tríggir franskir kokkar, sum kanska, kanska ikki, arbeiða í køkinum. Úlvar eitir eigarin, sum lat hesa frálíku matstovu upp í 1989. Nógv ferðafólk eta í trongu og hugnaligu matstovuni, so neyðugt er at bíleggja borð. Tænarin er ein ungur danskur studentaskúlalærari. Við grannaborðið eitt par úr Pennsylvania, sum vælnøgd eru her annað kvøldið á rað. Matskráin fylgir árstíðini, men altíð fæst stórhvalur í piparsós. Forrætturin er gratineraðar lippur.