Skip to main content

Dreymar larma ikki, tá teir doyggja

Í  minnislundini á Gracelandi (Myndir: Birgir Kruse)

Dreymar larma ikki, tá teir doyggja. Heldur ikki hin amerikanski. Sjálvt kongar finna hin seinasta hvíldarstað. Onkur fyrr, onkur seinni. Elvis og familja hansara eru grivin á Gracelandi í einari vakrari minnislund, aftanfyri húsini. Nærmastu vinmenninir hava tendrað eina æviga flammu, so æviga sum vit nú einaferð kenna tað. Hvønn morgun er opið ein tíma at koma higar og njóta friðin, púra ókeypis. Ikki er tað sørt at fólk eru rørd, sum koma higar. Her liggur grivin ein stjørna, kongastjørna, sum umframt at duga at syngja sum fáur, eisini defineraði sjónvarp og hyggjaratøl. Uttan at vilja tað so nógv sjálvur, fekk hann fleiri at hyggja eftir sær, enn nøkur rúmdarferð ella mánalendning megnaði. Ein tílík atdráttarmegið verður lagnutung at bera. Tí er tað so sjáldsamt at ganga gjøgnum Graceland.