Skip to main content

Selt ferðir síðani 1989

Neelie Skoulund Kruse framman fyri Cary Travel Express (Mynd: Birgir Kruse)


Síðani 1989 hevur Neelie staðið fyri ferðaskrivstovuni Cary Travel Express, sum er ein familjufyritøka. Her starvast átta fólk, m.a. systurin, sum eisini hevur millumnavnið Skoulund, ið stavar úr Danmark. Flestu kundar keypa cruiseferðir við stóru skipunum, sum vit onkuntíð síggja í Føroyum. Millum mest spennandi tilboðini beint nú eru ferðir við Oasis of the Sea.