Skip to main content

Síl til morgunmat

Morgumatur heima hjá Neils og Neelie. Dorothy greiðir frá um Lake Julian og hvussu abbin gjørdi henda stað úr ongum. Sonurin Dave matar sílini, sum halda til í ymsum hyljum alt eftir stødd. Vatnið er úr keldum á staðnum. Niðast sæst eitt gamalt høsnarhús, sum er gjørt til hugnaliga smáttu aftanfyri húsini, har sonurin býr (Myndir: Birgir Kruse)

Sunnudagin borðreiddi Dorothy Miller við ælabogasílum úr Lake Julian Trout Fram heima hjá Neils og Neelie. Tað var abbi Dorothy, sum fór undir sílaaling í Cary í 1937. Nú býr sonurin Dave á náttúruvakra staðnum. Her koma børn og barnafamiljur at fiska í ymsu hyljunum. Dorothy og Neelie, kona Neils, kennast frá handilskamarinum og ferðavinnuídnaðinum.